Hava ikki fult álit á nýggja manninum

- At gera sorinskrivaran til løgtingsins umboðsmann er ein óheppin byrjan hjá einum so ómetaliga týdningarmiklum og stórfingnum stovni, sum løgtingsins umboðsmaður er, sigur Gunleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum

Joen H.Andreasen, sorinskrivari hevur fingið eina harða byrjan í starvinum sum løgtingsins umboðsmaður.

Tí nú er landsins størsta fakfelag farið at sáa iva um álitið á tí nýggja umboðsmanninum.

-Vit ivast í, um hann verður so álitisvekjandi í sínum arbeiði, sum vit halda, at ein stovnur, sum Løgtings Umboðsmaður eigur at vera, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum.

Og formaðurin heldur, at hetta er ein ógvuliga óheppin byrjan hjá einum so ómetaliga týdningarmiklum og stórfingnum stovni, sum Løgtingsins Umboðsmaður er.

Men Gunnleivur Dalsgarð leggur stóran dent á, at hesar atfinningarnar eru ikki vendar ímóti Joen H. Andreasen sjálvum.

- Eg veit veit onki annað, enn at hann er ein hampamaður í allar mátar. Men tað er tann funktión, ið hann er hevur havt í samfelagnum, sum ger, at vit kunnu ikki hava fult álit á honum.

Tað, sum formaðurin í Starvsmannafelagnum sipar til, er, at tað er ímeðan, Joen H.Andreasen hevur verið sorinskrivari í Føroyum, at reglur á danska arbeiðsmarknaðinum eru gjørdar til rættarsiðvenju í Føroyum, hóast hesar reglarnar ikki eru galdandi í Føroyum.

Gunnleivur Dalsgarð sigur, at fyri nógvum árum síðani varð semja gjørd á danska arbeiðsmarknaðinum um at innføra arbeiðsrættin.

-Hetta er ein rættur, sum hevur endaligu avgerðina tá ið ósemjur stingaseg upp á arbeiðsmarknaðinum, tí dómar hjá arbeiðsrættinum kunnu ikki skjótast inn fyri annan rætt.

-Hetta er ein skipan, sum føroysku fakfeløgini hava stríðst ímóti við hond og fót, tí vit vilja ikki hava hana í Føroyum. Vit vilja varðveita ta skipan sum er.Og tað er, at taka ósemjur seg upp, skulu vit hava møguleika til at royna tær við vanliga rættin, við teimum møguleikum sum har eru at skjóta málini inn fyri hægri rætt.

- Men ímeðan Joen H.Andreasen hevur verið sorinskrivri, er hann farin at hyggja eftir ásetingunum á danska arbeiðsrættinum og er farin at gera tær til rættarsiðvenju í Føroyum.

Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hetta hevur volt fakfeløgunum stórar trupulleikar.

-Sostatt kunnu vit ikki hava fult álit á mannininum, tí tað er væl hugsandi, at fleiri mál, sum fakfeløg fara at leggja fyri Løgtingsins Umboðsmann, júst fara at snúgva seg um slík viðurskifti.

- Spurningurin er, hvørja støðu hann fer at taka í slíkum málum sum Løgtingsins Umboðsmaður, tá ið hann, sum sorinskrivari, frammanundan hevur verið talsmaður fyri at gera danskar reglar til rættarsiðvenju í Føroyum.

-Tá fari eg at ivast í, um hann kann vera so uttanveltaður, sum hann eigur at vera,sigur Gunnleivur Dalsgarð. Og avleiðingin av tí kann eisini skjótt vera, at vit fara at aftra okkum við at brúka ein slíkan umboðsmann í tann mun, vit annars høvdu brúkt hann.

Í útvarpinum mánakvøldið segði nyvaldi Umboðsmaðurin, at hann skilti púra onki av atfinngingunum, tí hann helt ikki, at hann, sum dómari, hevur verið partískur mótvegis fakfeløgunum.

-Tað hevur onki við málið at gera. Ongin hevur sagt, at hann er partískur. Tað, sum hetta snýr seg um, er, at meðan hann hevur verið sorinskrivari, hevur hann ferð eftir ferð tikið prinsippini í danska arbeiðsrættinum, sum vit ikki vilja vita av, uppí sínar metingar, og gjørt tær til rættarsiðvenju í Føroyum. Og tað hevur volt okkum stórar trupulleikar, sigur Gunnleivur Dalsgarð.