Vinnarin av teimum 20 milliónunum hevur framvegis ikki sett seg í samband við Danske Spil. Tað upplýsir Danske Spil fyri in.fo í dag.
Í gjáramorgunin boðaði Danske Spil frá, at ein lottoseðil keyptur á Tvøroyri, hevði vunnið 20 milliónir krónur. Seðilin er keyptur í Effo-støðini á Tvøroyri.
Eingin hevði vunnið 1. premiu í Lotto í fýra vikur, og nú var vinningurin voksin til 20 milliónir krónur. Hesaferð var so ein, sum hevði tey sjey røttu tølini og vann einsamallur 20 milliónir krónur.
So øll tit, sum í seinastu viku keyptu ein lotto-seðil í Effo á Tvøroyri hava góða orsøk at kanna seðilin eina ferð afturat.










