Lógaruppskotini hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, um avgjaldshækkingar, eru borin niðan í tingið. Men tey hava ikki verið til viðgerðar enn. Og tað er eisini rættiliga ivasamt, um tær verða samtyktar.
Tí var tað rættiliga løgið, at tað í gjár varð boðað frá, at gjaldið fyri at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum varð tikið av á nýggjárinum – uttan at avgjaldshækkingarnar, sum skuldu fíggja tað, vóru samtyktar. Tí tað hevði merkt, at Landsverk skuldi gjalda fyri raksturin av tunlinum, um lógaruppskotini frá Jørgen Niclasen um avgjaldshækkingar ikki vórðu samtykt.
Sum skilst var tað eitt krav frá løgmanni, at Jørgen Niclasen skuldi finna fígging til at gera tað ókeypis at koyra í tunlunum. Og tað hevur Jørgen Niclasen gjørt við at fremja avgjaldshækkingar á benin, diesel, olju og vegskattin, soleiðis at fólk kring allar Føroyar kunnu fíggja raksturin av Norðoya- og Vágatunlinum.
Tað vóru fleiri tingfólk úr samgonguni, sum undir orðaskiftinum til fíggjarlógarviðgerðina boðaðu frá, at tey ikki taka undir við avgjaldshækkingunum. Onkur taldi, at tað í mesta lagi vóru 13 samgongutingfólk, sum stuðlaðu uppskotinum.
Fólkaflokkurin lovaði í valstríðnum, at Fólkaflokkurin fór undir ongum umstøðun at fremja avgjaldshækkingar á bensin, diesel, olju og vegskatt, soleiðis sum júst formaður Fólkafloksins nú ætlar.
Ein teirra, sum beinleiðis gav veljarum sínum eitt lyfti um hetta, var Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur. Tað lyftið gav hon upp undir seinasta val, og tað var orðarætt soljóðandi:
»Fólkaflokkurin fer ikki undir nøkrum umstøðum at hækka, ella innføra nýggj gjøld. Heldur ikki avgjald á brennievnið. Fólkaflokkurin sigur kortanei til fleiri avgjøld!«
Nú er hon aftur í tinginum, har hon kann halda ella bróta hetta lyftið.
Um meiriluti ikki ikki verður fyri avgjaldshækkingunum hjá Jørgen Niclasen, so er ivasamt, um tað eydnast honum at gera tað ókeypis at koyra í Vága- og Norðoyatunlunum á hesum sinni.
Men í øllum førum gjørdist í gjárkvøldið greitt, at tað verður so ikki á nýggjárinum, at gjaldið í tunlunum verður tikið av.