Tað verður rokna við einum sera smølum meiriluta fyri at bjarga danska veðurlagsráðharranum, Lars Aagaard, frá einum misálitisuppskoti í Fólkatinginum.
Tað hava verið nakrir hektiskir dagar hjá veðurlagsráðharranum, Lars Aagaard úr danska flokkinum Moderaterne, sum varð bjargaður av politiskum meiriluta týsdagin, tá hann var í samráð í gjár. Nú verður misálitisuppskot reist ímóti honum.
Hann kann tó halda fram í starvinum, tí meiriluti er ikki í Fólkatinginum ímóti honum, hóast ein meiriluti í nevndini vil finnast at honum og fer at atkvøða um hansara lagnu, sum er sjáldsamt í donskum politikki.
Tað skal ikki nógv til, at meirilutin kann hvørva.
- Vit kunnu ikki bara standa har og siga, at soleiðis skal tað vera. Tað eru heilt einfalt ov álvarsligir trupulleikar, tað er millum annað kjarnin í parlamentarismuni, sum vit hava avbjóðingar við her, sigur Steffen Larsen úr Liberal Alliance, sum er limur í veðurlagsnevndini.
Sjálvt um flokkarnir siga seg ikki hava álit á honum, so er ikki meiriluti í Fólkatinginum ímóti ráðharranum, sum soleiðis kann halda fram í sínum starvi.
Partarnir fara framhaldandi at møta til samráðingar um veðurlagsútbyggingina, men hava ikki longur álit á ráðharranum.
- Eg fari ikki at nokta at møta upp til samráðingar, sum eg eri innkallaður til. Eg um grøna bóltin og grøna umskiftið.
- Tað er bara øgiliga trupult at sita og samráðast við ein, sum tú grundleggjandi ikki hevur álit á. Tað haldi eg, at stjórnin eigur at taka støðu til, sigur veðurlagstalsfólkið, Samira Nawa, úr danska javnaðarflokkinum.
Fyribils hevur stjórnin svarað aftur við at stuðla Lars Aagaard, eins og uttanflokkatingmaðurin Jon Stephensen og Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg úr Føroyum og Aaja Chemnitz úr Grønlandi.
Hetta hevur elvt til øsing og kritikk, tí norðuratlantisku umboðini hava ta siðvenju um ikki at blanda seg uppí danskan innanríkispolitikk, hóast hetta áður er hent í spentum málum.
Tað er eisini sjáldan, at misálitsatkvøður eru í Fólkatingssalinum. Tað seinasta var í 2006, tá tann táverandi konservativi ráðharrin, Lars Barfoed, yvirlivdi.
Hesaferð hendir tað, tí andstøðan heldur, at málið er álvarsligari enn nøs. Andstøðan heldur, at ráðharrin eigur at leggja frá sær, tá misálit verður reist frá einum meiriluta í nevndini.
Danski Fólkaflokkurin undrast á tey trý norðuratlantisku umboðini.
- Vit vænta, at norðuratlantisku umboðini ætla at reisa seg og greiða frá, hví í allari víðu verð tey knappliga stuðla Lars Aagaard. Tí hetta luktar sera, sera undarligt, sigur orkutalsmaðurin Nick Zimmermann hjá Dansk Folkeparti.
Hjá stjórnarflokkinum Moderate er formaður floksins á tingi, Henrik Frandsen, ónøgdur við gerðirnar hjá andstøðuni, hóast hann viðurkennir, at tað er "rættur andstøðunnar" at krevja atkvøðugreiðslu í fólkatinginum.
- Øll møta upp at atkvøða, og tað merkir, at eingir ráðharrar ella tinglimir kunnu vera aðrastaðni enn á Christiansborg, tá atkvøtt verður.
– Nógv orka skal brúkast til hetta, sigur hann.
/Ritzau/