Løgreglan kannar í løtuni eitt mál, har ein kvinnu og ein maður hava hvør sína uppfatan av hvat hendi, tá kvinnan leygarnáttina meldaði mannin fyri neyðtøku.
Maðurin varð alt fyri eitt handtikin av løgregluni, men sunnudagin varð hann latin leysur aftur, tí løgfrøðingur hjá ákæruvaldinum metti ikki, at grundarlag var fyri at varðhaldsfongsla mannin.
Tá in.fo tosaði við Hildur Hentze, varaleiðara í kriminaldeildini hjá løgregluni fyrr í dag, segði hon, at tað eru mótsigandi frágreiðingar um hvat hendi.
- Málið verður enn kannað, tí tey bæði geva mótstríðandi upplýsingar um hvat tað var, ið hendi hesa náttina.
Leygarnáttina vórðu ymiskar tekniskar kanningar framdar í málinum, men enn vænta nakrar kanningar, áðrenn løgreglan ger eina meting av hvat hendi.
Tað var aftaná, at tey bæði høvdu verið í somu veitslu, at kvinnan meldaði mannin fyri neyðtøku. Maðurin váttar, at tey bæði hava verið saman, men noktar fyri, at talan var um neyðtøku.