Hava hildið saman í 40 ár

Í heili 40 ár hava tær hitst einaferð um vikuna. Tey kalla tað bindiklubb. Men tær hava ikki bara bundið, tí ein bindiklubbur er so nógv annað enn bara ein bindiklubbur

Tær hava verið saman í 40 ár. Men tað hevur ongantíð verið eitt øvugt orð teirra millum.
Tað er ikki eitt gamlt hjúnalag, vit tosa um. Tað er ein bindiklubbur - ein bindiklubbur á Tvøroyri, sum er ein av teimum elstu í landinum.
? Í heili 40 ár hava vit trúfastar hitst eina fer um vikuna. Og tað er ógvuliga sjáldan, at vit hava avlýst, sigur Jonny Dimon, ið var ein í tók stig til hendan bindiklubbin.
Eyðvitað eru ikki allar við enn, sum vóru við til stovnanina. Somuleiðis hava aðrar verið við í styttri tíð og eru so kanska fluttar aðrastaðni at búgva.
Tað vóru tær tríggjar Jonny Dimon, Marita Mortensen og Sanna Mortensen, sum fyrst í 1965 byrjaði klubban og tær eru allar við enn.
Men so eru aðrar komnar ístaðin. Og tær, sum hava verið stytst av manningini sum nú er, hava tær verið við í næstan 35 ár.
Av teimum, sum eru komnar og farnar burturúr aftur, tí tær eru fluttar, kunnu nevnast Jóngerð Purkhús, sum var við í fyrstuni. Aðrar vóru Marjun Tummasarsson, Karla og Nenna Bech og Margretha Tinskarð.
Skal nógv til
Tær halda ógvuliga fast uppá, at tær skulu hittast einaferð um vikuna og tað skal nógv til at avlýsa.
Summi halda, at tað er ov nógv at hava bindiklubb einaferð um vikuna, men tað halda tær avgjørt ikki.
? Skal tað bara vera aðruhvørja viku, er so skjótt, at tað bara verður triðjuhvørja viku, ella einaferð um mánaðin og so er vandi fyri, at hann kann sovna burtur, og tað vilja tær ikki.
Hjá hesum tvørakonunum kemur heitið bindiklubbur til sín fulla rætt. Samstundis gera tær nógvum fordómum um bindiklubbar gjørdur til skammar.
? Vit hava bundið ógvuliga nógv hesi árini. Tey fyrstu árini bundu vit uppá børnini, nú binda vit upp á ommubørnini.
Tær vita, at nógvir bindiklubbar eru mestsum konverteraðir til til at gerast kortklubbar, men ikki hjá hesum konunum, tí tær hava alla tíðina hildið seg til stokkarnar.
Men ein bindiklubbur kann eisini brúkast til so mangt annað enn til at binda í.
? Vit prátað nógv saman og vit hava havt nógv at práta um. Her hava nógvar av okkum verið við barn ísenn og nú eru nógvar av okkum ommur saman. Og her hava vit uppdrigið bæði børn - og menn.
Men tær hava ikki livað upp til fordómarnar um, at ein bindiklubbur er ein slatriklubbur.
? Vit halda ikki at vit nakrantíð hava sitið við óndsinnaðum slatri um fólk, ella sitið og spilt fólk út, eru tær samdar um.
Annars halda tær at orðið slatur oftani verður misskilt. At tosa um fólk er ikki altíð ondsinnaður slatur. Tað kann eisini koma av einum positivum áhuga fyri, hvussu tað gongst ørðum og tað er ikki av tí illa, halda tær.
? Annars hava vit tosa um alt. Tað einasta, vit ikki tíma at tosa um, er neyð og elendigheit, arbeiðsloysi og politikk.
Eitt sosialt tiltak
Ein bindiklubbur er avgjørt eisini eitt sosialt tiltak og vit hava nógv saman, sum ikki júst hoyrir undir bindiklubb. Vit hava havt skattajakt í viðarlundini saman við einum øðrum bindiklubba. Vit hava verið útferð uppi á Nakki, har vit høvdu bæði skerpikjøt og lagkaku við okkum og vit hava eisini verið á øðrum útferðum og hava skipað fyri veitslum.
Men so er bindiklubburin heldur ikki at forsmáa sum eitt sosialt netverk. Tað kann vera sonn terapi hjá okkum at koma í bindiklubba at tosa opið og frítt um ymist viðurskifti í fullari vissu um, at tað verður hildið innanfyri. Tað hevur mangan verið gott at kunna fara í bindiklub leita sær stuðul og góð ráð, tá ið tað hevur staðið á hjá onkrum av okkum, sigur Jonny Dimon.
Til eitthvørt bindiklubbakvøld hoyrir eisini eitt vælbúgvið kakuborð - sigst.
Men tað hevur hesin bindiklubburin ongantíð lagt nakað í.
-Vit fáa okkum ein drekkamunn og okkurt afturvið. Men tað er ógvuliga sámuligt, tí tað kann ikki vera meiningin, at vit skulu stúra fyri at hava bindiklubb, siga tær.
Tær eru tó ikki júst keddar av at Jonny hevur bæði mann og son, sum er kondittari, tí har hava tey fingið manga góða kakuna.
Men hvat dámar teimum so, at nú eru eisini bindiklubbar vorðnir kanningarevni á hægri lærustovni.
Her verður sipað til kanningina hjá Anniku Skaalum um bindiklubbar, sum varð umrødd í Sosialinum herfyri.
Tað halda tær bara er heilt stuttligt, tí tær halda, at tá ið alt kemur til alt, skal týdningurin av einum bindiklubba sum sosialt tiltak ikki undirmetast.
? Tað er stuttligt at síggja, at bindiklubbarnir kring landið líkjast rættiliga nógv og at tað er sama mynstrið sum sæst aftur í øllum bindiklubbum.
? Vit kenna okkara bindiklubba aftur í tí, sum frættist úr øllum øðrum bindiklubbum, sigur Jonny Dimon.