Hava hildið lyftini

Tað er í stuttum valagnið hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið í Havn. Á tíðindafundi á trappuni í Vágsbotni løgdu býráðslimir floksins fram valskránna. Afturat teimum vóru 11 onnur valevni so tey eru 16, ið stilla upp. Kynsbýtið var helvt um helvt, átta kvinnur og átta menn.

 

Býráðslimirnir nýttu tíðina til at vísa á, hvat var gjørt í Havnini, meðan Javnaðarflokkurin hevur sitið við valdið.

- Vit hava hildið lyftini, vit hava úrslit at vísa á og tí siga vit, kom við til 2020, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

Líkt Tjóðveldi og Fólkaflokkinum, fer Javnaðarflokkurin at raðfesta eldraøkið og dagstovnarnar. Flokkurin lovar fleiri heitar hendur og fleiri eldrabústaðir. Á dagstovnaøkinum vil flokkurin tryggja børnunum eitt minstamark av starvsfólkum.

 

Harumframt fer flokkurin at raðfesta bústaðir. 500 nýggjar íbúðir skulu byggjast, sigur Javnaðarflokkurin.

- Hetta málið skal avgreiðast, og tað skal vera nú. Vit skulu tryggja bústaðir fyri okkum øll, ikki bara tey ríku, tí vit skulu øll vera her, segði Tróndur Sigurðsson.

 

Heðin Mortensen vísti á, at Tórshavnar kommuna er sera væl fyri fíggjarliga og einki lán hevur í nøkrum fíggjarstovni.

- Vit hava rikið kommuna væl, so at hon í dag er fíggjarliga sterkari enn nakrantíð, samstundis fólkatalið er hægri enn nakrantíð. Vit bjóða tryggleika, trivnað og arbeiði, segði Heðin Mortensen.