Kommunufelagið og Landsstýrið fara á fund í næstum at tosa um, hvussu tey kunnu bøta um samstarvið. Kommunufelagið sigur í eini frágreiðing, at tey hava heitt á løgmann um at fáa eitt skipað samstarv ímillum Landsstýrið og Kommunufelagið um tey mál, tey hava í felag.
Hetta er eitt mál, sum hevur verið frammi við jøvnum millumbili í fleiri ár, men enn er einki komið burtur úr.
Eitt nú hava bæði Búskaparráð, Arbeiðsgevarar og politikarar, fýlst á, at einki samstarv er ímillum Landið og kommunurnar um tær íløgur, sum skulu gerast og avleiðingin er, at tað Landið og kommunurnar gera tær íløgur, sum tænir teimum best, hvør sær, uttan at hugsa um hin partin.
Í góðum tíðum vera ov stórar íløgur gjørdar í senn og í ringum tíðum verður ov lítið av íløgum gjørdar fyri at virka ímóti arbeiðsloysi. Tað rætta hevði verið, at íløgurnar hjá Landinum og kommunum vórðu samskipaðar og drýggjaðar nakað, so at tær høvdu verið støðugar og javnar og fyri at sleppa undan teimum stóru sveiggjunum.
Og kommunufelagið sigur, at endamálið er at hava regluligar fundir ímillum Landsstýrið og kommunurnar.
– Soleiðis kann Kommunufelagið gerast ein mennandi viðspælari, heldur enn altíð at eiga leiklutin sum mótspælari, tá málini skulu viðgerast í løgtinginum.
Eitt ynski hjá kommunum er eisini, at tær verða kunnaðar í góðari tíð tá ið avgerðir í landsstýrinum fáa avleiðingar fyri fíggjarligu viðurskiftini hjá kommununum.
– Við hesum kann Kommunufelagið fyrireika seg til broytingar, og samstundis kann Kommunufelagið eisini vera við í arbeiðnum at finna haldgóðar loysnir á tí fíggjarliga partinum.
– Í øllum okkara grannalondum er eitt væl skipað samstarv ímillum kommunurnar og landsins stjórn. Hóast ósemjurnar eru tær somu hjá teimum sum hjá okkum, er stevið og forstáilsið partanna millum betri enn hjá okkum, sigur Kommunufelagið.
Og nú er greitt, at tann fyrsti fundurin ímillum Landsstýrið og Kommunurnar verður í næstum har tey nettupp fara at umrøða fíggjarstøðuna ímillum Landskassan og kmmunurnar. Og tey fara eisini at tosa um tær avbjóðingarnar, sum fara at standast av, at miðalaldurin økist alsamt og at vit alsamt verða fleiri og fleiri eldri.