Hava heilivág ímóti H1N1

Í Kina hava heilsumyndugleikarnir góðkent eina nýggja vaksinu ímóti krímsjúkuni H1N1 ella Influensa A. Sambært virkinum, sum hevur gjørt vaksinuna, er ein viðgerð nóg mikið til at verja fólk ímóti smittu.

Kinesisku heilsumyndugleikarnir siga, at teir hava fingið tilfar frá nýggju øðrum virkjum, sum hava gjørt vaksinu ímóti H1N1.

Heimsheilsustovnurin WHO hevur fyrr sagt, at vandi er fyri vaksinutroti í vetur, tá tann vanliga influensutíðin er á norðaru jarðarhálvu.

Fleiri heilivágvirkir um allan heim arbeiða av øllum alvi fyri at finna góða vaksinu ímóti H1N1.