Hava havt spennandi venjingar í páskafrítíðini

(Rás2) Hoyr Hall Holm frá FÍF taka samanum vitjanina hjá Mattias Sunneborn og Jorma Jaaskelainen av Gotlandi

Um páskirnar hevur frælsi ítrótturin havt eina sera spennandi vitjan úr Gotlandi í Svøríki. Tað eru teir báðir Mattias Sunneborn og Jorma Jaaskelainen av Gotlandi, ið eru komnir til Føroya at hava nakrar venjingar við serliga yngri íðkarum.

 

Hallur Holm frá Frælsum Ítrótti í Føroyum (FÍF) greiðir frá, at tað hevur týdning at fáa íblástur uttanifrá, og tað hava teir báðir Mattias Sunneborn og Jorma Jaaskelainen av Gotlandi sanniliga borgað fyri. Samstundis er tað eisini gott at fáa staðfest, at teir heimligu venjararnir eru ikki av leið sínum venjingum, sigur Hallur Holm.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Hall Holm greiða frá í samrøðu við Rás2.

 

Mattias Sunneborn er ambassadørur fyri svenska felagsskapin Suicide Zero, sum arbeiðir fyri at avmarka sjálvmorðtilburðir. Í Svøríki eru í miðal fýra fólk um dagin, sum taka lívið av sær. Nú Mattias er her í Føroyum, fer hann at hava ein fyrilestur um hetta viðkvæma evni. Hann fer at greiða frá, hvussu ítróttur kann fyribyrgja sjálvmorði og hvussu ítrótturin hevur hjálpt honum víðari í lívinum. 

 

Fyrilesturin hjá Mattias Sunneborn verður í hølunum hjá Starvsmannafelagshúsinum, týskvøldið 3. apríl klokkan 19.30. Tað er ókeypis at koma til fyrilesturin. 

 

Hallur Holm vónar, at mong geva sær tíð at koma til fyrilesturin.