Í innbjóðingini til tíðindafundin um rændu Onnu-Elisabeth Hagen skrivar norska løgreglan, at tey fara at greiða frá »nýggjum sambandi við mótpartin«.
Samband hevur verið við tey, sum hildin verða at hava rænt Onnu-Elisabeth Hagen tríggjar ferðir síðani hon hvarv. Tað skrivar norska blaðið VG.
Seinst var 16. januar í ár, eina viku eftir, at málið varð alment kent.
Ta ferðina segði Svein Holden, advokatur fyri familjuna, at tey mettu sambandið sum eitt týðuligt tekin um,at 68 ára gamla kvinnan er á lívi.
Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv úr heimi sínum í Lørenskog eystan fyri Oslo 31. oktober í fjør, er gift milliardinginum Tom Hagen. Hann er ein av ríkastu persónum í Noreg.
Sambært løgregluni eru settar fram álvarsamar hóttanir og krav um loysigjald í kryptovalutanum monero.
Løgreglan upplýsti fyrst í februar, at ástøðið um at Anne-Elisabeth Hagen er burturflutt, var styrkt.
Løgreglan hevur fingið yvir 1.400 tipp, síðani farið varð alment út við málinum.
Síðsta mánaðin hevur løgreglan gjørt 3D-skanningar ognunum hjá hjúnunum Tom og Onnu-Elisaheth fyri at leita eftir sporum.
Løgreglan hevur eisini kannað eitt vatn nærindis heim teirra við kavarum.
/ritzau/