Hava havt gyltar dagar higartil í ár

Av teimum størru kommununum, er framgongin størst í Hvalba og tað er bara í trimum, smáum kommunum, tað gongur afturá

Tað er nógv arbeiði kring landið og tað sæst týðiliga aftur í kommunukassunum kring landið. Higartil í ár er nevniliga nógv meiri peningur streymaður í kommunukassarnar, enn tað gjørdi í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Ein uppgerð hjá Taks yvir inntøkurnar hjá kommununum av skatti, vísir, at fyrstu fimm mánaðirnar í ár, hava kommunurnar fingið 7,37 prosent meiri inn í skatti, enn tær fingu í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Uppgerðin vísir, at higartil í ár hava kommunurnar nevniliga fingið 684,3 milliónir inn í skatti, og tað eru 47 milliónir meiri enn tær fingu í fjør, tá ið tær fingu 637,3 milliónir inn í skatti.

 

Allar kommunurnar hava fingið meiri inn í skatti higartil í ár, uttan tríggjar smáar kommunur, Hov, Fámjin og Husar Kommuna.

 

Hjá summum kommunum er framgongdin rættiliga stór. Av teimum størru kommunum, skarar framgongdin í Hvalba framúr, tí Hvalbiar kommuna hevur fingið 9,1 millión inn í skatti higartil í ár, og tað eru 1,2 millión, ella heili 15,48 prosent meiri enn í fjør.

 

Framgongdin hjá Runavíkar Kommunu er 11,34 prosent við tað, at hon hevur fingið 56 milliónir inn í skatti higartil í ár. Í Sunda kommunu hava tey fingið 24,4 milliónir inn í skatti í ár, og tað eru 15,24 prosent meiri enn í fjør.

 

Í Kvívík hava tey fingið 8,3 milliónir, ella 12,35 prosent, meiri inn í skatti higartil í ár, enn í fjør, og í Vági hava tey fingið 17 milliónir inn í skatti í ár, og tað eru 10,8 prosent meiri enn fimm teir fyrstu mánaðirnar í fjør.