Fiskiskapur
Tað hevur gingið gott hjá teimum føroysku nótaskipunum í ár. Í hvussu so er hjá teimum í Klaksvík, men gongdin er helst tann sama sum heild.
Palli Ziska í Klaksvík, reiðari á Christiani í Grótinum og Norðborg, sigur, at hjá teimum hevur árið í ár higartil roynst eitt sindur frægari, enn árið í fjør.
?Vit kunnu ikki lata illa at. sigur hann.
Hann sigur, at Christian í Grótinum hevur fiskað 50.000 tons higartil í ár. Hjá Norðborg er eitt sindur øðrvísi. hon fiskar sild nú í summar og har verður fiskurin virkaður umborð, so tað er ringt at gera samanberingar.
Men hann sigur, at teir báðir bátarnir hava fiskað fyri góðar 30 milliónir í part higartil í ár og tað er heldur frægari enn í fjør. Tað er eisini eitt lítið sindur meiri enn teir høvdu væntað frammanundan.
Tó er nøgdin, teir hava fiskað eitt vet minni higartil í ár, samanborið við í fjør, kanska 200 - 300 tons færri, men afturfyri er prísurin heldur frægari.
Prísurin hækkaður
Palli Ziska sigur, at fíggjarliga úrslitið hjá bátunum í ár er tískil heldur frægari enn teir frammanundan høvdu væntað, at tað fór at vera.
Umframt at avreiðingarvirðið hevur verið heldur betri, hevur oljan eisini verið heldur bíligari, enn teir høvdu væntað.
Annars hava flest øll gramt seg um, hvussu dýr oljan er. Reiðarin heldur eisini, at oljan er rættiliga dýr. Men tá ið teir løgdu fíggjarætlanina fyri í ár, løgdu teir eisini upp fyri, at oljan fór at verða dýr, men hon hevur altso ikki verið so dýr, sum teir høvdu væntað.
Annars lata teir ikki illa at prísinum.
Í fjør fekk Norðborg slakar fýra krónur fyri kilo av sildafløkum. Í ár hevur hon fingið umleið átta krónur, ella tvær ferðir so nógv.
Svartkjaftaprísurin er eisini nøkunlunda, hóast teir kundu hugsað sær hann eitt sindur hægri.
?Svartkjaftaprísurin hevur gingið eitt sindur uppeftir aftur, men hann er ikki komin nóg høgt upp enn. Higartil í ár hava vit fingið góð 70 oyru fyri og tað er hampiligt.
? Tað vísir seg, at tá ið prísurin liggur á hesum støðinum, er hann javnari, og sveiggini verða ikki so ógvuslig, sum tey hava verið.
Hann minnir á, at í 1998 vóru prísirnir sjáldsama høgir, tí tá táttaði hann í eina krónu fyri kilo. Men so rapaði hann heilt niður á undir 30 oyru aftur.
Nú er hann so komin upp aftur á 70 oyru og har tykist hann nú at hava lagt seg, sigur Palli Ziska.
Góð inntøka
Tann góða gongdin hjá nótabátunum, sæst sjálvsagt aftur í manningahýrunum. Nú ein dagin visti Sosialurin at siga frá, at tað var ikki óvanligt, at dekkarahýran lá omanfyri 100.000 krónur um mánaðin í ár.
Hetta heldur Palli Ziska vera at gera nakað nógv av. Men hýrururnar eru góðar og teir, sum sigla við nótaskipum, koma at gera tað gott í ár, játtar hann.
Christian í Grótinum avreiðir mest til Havsbrún og hann er ein týðandi partur av rávørugrundarlagnum hjá virkinum í Fuglafirði. Av teimum 50.000 tonsunum, Christian í Grótinum, hevur fiskað, hevur hann avreitt 40.000 tons í Fuglafirði, og tað táttar ivaleyst upp ímóti einum triðingi av tí, sum Havsbrún hevur tikið ímóti higartil í ár.