Hava havt bindiklubb í heili 45 ár

Tær hava havt manga hugnaliga løtu saman øll hesi ár.

- Hesar fittu damurnar hava hildið saman í bindiklubba í 45 ár.

 

Tað skrivar Jóannes Símunarson Hansen á sínari facebook-síðu í kvøld, samstundis sum hann leggur viðheftu mynd út.

 

Jóannes er giftur Sæunn Ólavsdóttir Hansen, ið var dóttir vinnulívsmannin, Ólav Gregersen í Gøtu.

 

- Í kvøld er tað Sæunn, sum er vertinna. Tær hava havt manga hugnaliga løtu saman hesi ár, eisini í kvøld, skrivar Jóannes Símunarson Hansen.

 

Vit á in.fo kunnu bara leggja aftrat, at 45 ár er ikki 45 dagar, men 16.425 dagar :)