iTað er einki hald í afturvendandi páhaldinum hjá andstøðuni í Løgtinginum um, at hendan samgongan hevur drena allar pengar burtur úr vinnuni, so at hon ikki hevur ráð til at endurnýggja seg. Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, løgmaður, og formaður Javnaðarfloksins, á fólkafundi í Havn nú um vikuskiftið.
Tað vakti ans, tá ið Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, herfyri upplýsti fyri Løgtinginum, at uppsjóvarvinnan og alivinnan, hava goldið 1,7 milliard í skattum og avgjøldum í landskassan og kommunukassarnar.
Politikarar úr andstøðuni hava ferð eftir ferð ført fram, at samgongan tekur so nógvan pening úr vinnuni, at tað verður endin á vinnuni, tí hon fær ikki endurnýggja seg, og so rapar føroyska samfelagið.
Men Aksel V. Johannesen vísir hesum aftur, tí hann sigur, at hann hevur biðið Vinnumálaráðið kannað roknskapirnar hjá fyritøkunum í alivinnuni og uppsjóvarvinnuni. Og hann sigur, at úrslitið vísr, at páhaldið hjá andstøðuflokkurin er heilt einfalt ikki rætt. Úrslitið er nevniliga, at hesi bæði seinastu árini, í 2016 og 2017, hava tær báðar vinnurnar havt heilar 3,3 milliardir í avlopi – og tað er eftir at tilfeingisgjøldini eru goldin. Og føroyskt vinnulív hevur aldrin í Føroya søgu havt so stór yvirskot, sum hesi bæði árini.
Og hvussu skulu vit so fíggja vælferðarsamfelagið, kunnu tær vinnur, sum vinna so nógvar pengar burtur úr at hava fingið fram íhjá rættindi til okkara tilfeingi og okkara alifirðir, ikki rinda til samfelagið, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann vísir eisini, á, at ein orsøk til at landskassin hevur givið hall, er, at ríkidømið í Føroyum kom ikki í umfar í Føroyum, men varð í stóran mun savnað á sjey hondum, trimum í alivinnuni og fýra í uppsjóvarvinnuni. Sostatt komu pengarnir ikki í umferð í føroyska samfelagnum, men fóru partvís av landinum í vinningi og vinningsbýti.
– Tað at hesar vinnur nú rinda meiri í landskassan, hevur ført til, at tað hevur borið til at lækka skattin hjá lág- og miðalinntøkunum, umframt at lestrarstuðulin er hækkaður og pensjónistar hava fingið meiri at liva fyri.
Og tað er hetta, sum hevur sett pengar í umferð í samfelagnum, sigur løgmaður. Hann sigur, at tað er bara at hyggja eftir, hvussu nógv inntøkurnar hjá landskassanum av mvg og avgjøldum, eru hækkaðar.