Hava handtikið ein fyri harðskap

Sunnumorgunin varð eitt harðskapsmál í býnum í Havn, har ein persónur fekk eina fløsku í andlitið

Modelmynd

Løgreglan hevur arbeitt við málinum síðani. Og í viku heitti løgreglan gjøgnum fjølmiðlarnar á fólk, sum møguliga hava sæð okkurt í sambandi við tilburðin, um at venda sær til politistøðina. Og tað gav úrslit. Nú er løgreglan komin so mikið langt við málinum, at ein persónur her handtikin.

– Hann hevur verið her á støðini saman við advokati, har hann varð handtikin og skuldsettur. Viðkomandi játtar at hava verið á staðnum, men noktar skuldsetingina, sigur vaktleiðarin.

– Nú skulu so gerast nakrar avhoyringar afturat – eisini út frá tí, sum hesin persónurin hevur sagt, sigur vaktleiðarin.

 

Modelmynd