Í dag eru liðin 25 ár síðani, at SMS lat upp dyrnar á fyrsta sinni.
Tað var kortini longu í 1973, at Hans Mortensen, saman við øðrum stovnaði felagið aftan fyri SMS.
? Tórshavnar Býráð hevði ætlanir um sølumiðstøð á Trapputrøðni. Hetta skuldi gerast á tann hátt, at gjørd varð ein høvuðsgøta, har handlar so kundu byggja sær handilshøli framvið. Tá alt so var liðugt, skuldi tak leggjast á, sigur Hans Mortensen.
Hetta hugskot helt Hans Mortensen ikki vera tað besta, og tí bar hann upp á mál við býráðið um ta loysnina, sum seinni gjørdist SMS.
? Hetta var ein tung prosess, og málið var fyri í býráðnum fleiri ferðir, men tað endaði so við, at Petur Christiansen, borgarstjóri, kundi skjóta fyrista skotið í 1976.
Bert tvær lonir
Tá ið SMS lat upp tann 2. november í 1977, var SMS ikki tað, ið tað er í dag. Tá vóru bert tvær lonir ? og handlarnar kundu tú telja á fingrunum.
Men ætlanin var altíð, at byggjast skuldu fleiri lonir afturat, og í 1980 var farið undir at byggja hinar fýra lonirnar.
Seinni í áttatiárunum vóru aðrar um- og útbyggingar gjørdar, ein tann størsta, tá parkeringskjallarin og goymsluhølini norðanfyri vórðu gjørd.
Fekst neytakjøt á borðið
Fyri havnarborgarar ? og føroyingar annars ? var tað nakað nýtt at kunna fara til handils »undir taki«. Nógv varð tosað um, at hetta fór at køva miðbýin, og tað vóru fólk, sum als ikki vildu seta sín fót í SMS av slíkum grundum. Men í dag munnu tey vera fá, ið ikki keypa í SMS av hugsjónarligum orsøkum.
Tað, sum eisini sermerkti SMS var matvøruhandilin Superland, sum skifti navn til Miklagarð fýra mánaðir eftir upplatingina, tann 1. mars 1978.
Umframt at hetta var ein stórur handilin, so bar nú eisini til at keypa fekst neytakjøt, sum var innflutt úr Danmark í kølibingjum.
Leiðari í slaktarínum í SMS tá var tann 26 ára gamli danin, Jørgen Jørgensen ? og har er hann enn.
? Eg hevði ongantíð verið í Føroyum áður, tá eg kom higar í august í 1977. Eg fall væl til, men eg má siga sum er, at »kjøtmessiga«, so var tað eitt sjokk, sigur Jørgen Jørgensen smílandi.
Hann sigur, at tey beinanvegin fóru at leggja til rættis, hvussu fekst neytakjøt kundi innflytast úr Danmark, og gjørdar vóru serligar kølibingjur at flyta kjøtið í.
? Tað hevur alla tíðina verið málið hjá okkum at hava gott kjøt, sigur Jørgen Jørgensen, sum vísir á, at tey nú innflyta kjøt heilt sunnan úr New Zealandi hinu megin klótuna ? og tað er fyrsta floks kjøt, sigur hann ? kjøt av neytum, sum liva í Guds fríu náttúru, neyt, sum ongantíð hava kent rákan av hvørki kraftfóðuri ella heilivági.
25 ár í SMS
Samstundis sum hetta er 25 ára føðingardag hjá SMS, so er tað eisini 25 ára starvsdagur hjá fleiri starvsfólkum í SMS ? og tey verða heiðrað á veitsluni, sum SMS skipar fyri á Hotel Föroyum í kvøld.
Viðskiftafólkið hjá SMS hevur eisini merkt til føðingardagin seinastu vikuna, og í dag verður eisini ymiskt á skránni ? bæði fyri ung og gomul. Opið verður til kl 17, og byrjað verður kl 9:30, tá SMS bjóðar kakao og bollar.
Undirhald verður allan dagin við eitt nú Havnar Hornorkestri, gandakalli og Tórshavnar Manskór fer at syngja. Eisini fer Angela at skipa fyri undirhaldi fyri børnum.