Hava handað sáttmálakrøv

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag hava í dag handað sáttmálakrøv á fundi í hølum hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Sáttmálin partanna millum, ið fór úr gildi 1. oktober 2020, fevnir um námsfrøðingar og hjálparfólk á kommunala og almenna arbeiðsmarknaðinum.

Partarnir fara nú hvør í sínum lagi at viðgera krøvini og hava avtalað at hittast aftur 22. oktober 2020.