Hava greitt allar misskiljingar


Á fundi mánadagin fingu Jóannes Eidesgaard og Lars Emil Johansen greiði á øllum teimum misskiljingum, sum hava verið millum partarnar. Samstarvið er eins gott og altíð

Politikkur

Á føroyavitjan sínari nýtti Lars Emil Johansen eisini høvið til at hitta Jóannes Eidesgaard, formann í Javnaðarflokkin. Tá Lars Emil Johansen er limur í Siumut, sum er at meta sum grønlendski Javnaðarflokkurin, er hetta kanska ikki so løgið. Tað hevur í sambandi við stovnanina av Norðuratlantsbólkinum verið eitt sindur av orðadrátti millum partarnar í sambandi við nakrar útsagnir hjá Lars Emil Johansen, har hann vísti áhuga fyri at vera umboðandi føroyingar. Á vitjan sínari hevur Lars Emil Johansen fleiri ferðir víst á, at hann harmast um orðavalið, og hann sigur tað ongantíð hava verið hansara ætlan at leggja seg út í føroysk viðurskifti.
Bæði Lars Emil Johansen og Jóannes Eidesgaard leggja dent á, at fundurin teirri millum var ein óformellur fundur, sum eisini var eitt høvi hjá gomlum kenningum at hittast.
?Vit tosaðu um tað misljóð, sum hevur verið í samskiftinum okkara millum. Vit hava fingið greitt allar misskiljingar, og Lars Emil var ógvuliga skiljandi yvirfyri mínum sjónarmiðum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Umframt at greiða misskiljingarnar var eisini ICC og mentan og gransking innanfyri ríkisfelagskapin viðgjørt.
Felagsskapurin ICC er ein víðagitin felagsskapur, sum hevur vunnið frama nógvastaðni. Anders Fogh Rasmussen, danskur forsætisráðharri, hevur boðað frá, at játtanin til henda felagsskap skal minka munandi. Jóannes Eidesgaard og Lars Emil Johansen eru báðir samdir um, at hetta er ein felagsskapur, sum hevur stóran týdning fyri bæði londini eins og onnur lond, tí vilja teir báðir virka fyri, at felagsskapurin fær betri sømdir.
?Vit tosaðu eisini um at fáa í lag fleiri kanningar um viðurskifti í ríkisfelagskapinum, har kannast skal nærri um samleika og mentan, ið tað so oftað verður tosað um, sigur Jóannes Eidesgaard.
Eisini Norðuratlantsbólkurin kom upp at venda á fundinum.
?Eg var á kunnandi fundinum hjá bólkinum. Um bólkurin stendur fyri tað, ið Lars Emil legði fram við kanningararbeiðinum, so kundi eg, um eg sat á Fólkatingi, væl tikið undir við hesum. Tað er keðiligt, at Lisbeth ikki er við, tí tað vildi givið bólkinum meira breidd, men hetta er so hennara val.
Er ætlanin at gera tað, ið Tórbjørn Jacobsen ger, har leitað verður eftir nýggjum trupulleikum við ljós og lykt, so hevði eg ikki vilja verið við, sigur Jóannes Eidesgaard.