- Hava gott útgangsstøði

Men Klæmint A. Olsen leggur dent á, at alt framvegis er opið til seinnu hálvfinaluna

 

 

 

Toppskjúttin í Effo-deildini, Klæmint A. Olsen, var maðurin, ið avgjørdi fyrru hálvfinaluna í Runavík í kvøld. Klæmint A. Olsen skoraði einsamalla málið í dystinum eftir brotsspark, sum hann sjálvur fekk.

 

Klæmint A. Olsen segði við in.fo eftir dystin, hann mest av øllum var glaður fyri, at NSÍ vann dystin, uttan at HB fekk nakað útivallar mál. Harafturat segði hann, at teir í NSÍ vóru við gott mót til seinnu hálvfinaluna, men at alt tó var opið til tann dystin.

 

Hoyr samrøðuna við Klæmint A. Olsen við at trýsta á pílin omanfyri.