Hava goldið næstan 300 milliónir í leigu

Seinastu árini hevur landskassin goldið næstan 300 milliónir í leigu fyri bygningar og høli til almenna umsiting, men leigan er tvær ferðir so dýr í Havn, sum hon er á bygd

Síðani 1999 hevur landskassin goldið 298,3 milliónir krónur á fíggjarlógini í leigu til hús og høli til almennar stovnar og fyrisiting.

Tað upplýsti Jóannes Eidesgaard fyri Løgtinginum mikudagin.

Tað var Høgni Hoydal, sum spurdi landsstýrismannin í fíggjarmálum, hvussu stórar leiguútreiðslurnar hjá landinum eru til at leiga hús og høli runt um í landinum.

Sum tað sæst á talvuni her á síðuni, var játtanin á fíggjarlógini í fjør til almenn leigumál, 37,6 milliónir krónur.

Tað sæst eisini greitt á talvuni, at seinastu 11 árini eru almennu leiguútreiðslurnar at kalla akkurát tvífaldaðar, tí í 1999, betalti landskassin 18,7 milliónir krónur í leigu til almenna fyrisiting og almennar stovnar.


Næstan helvtina bíligari á bygd

Jóannes Eidesgaard sigur, at tað mesta, sum landið vil betala í leigu, er 1300 krónur fyri fermeturin.

Hann staðfesti eisini, at leigumál uttanfyri Havnina eru munandi bíligari enn leigumál í Havn.

Hann nevndi sum dømi, at TAKS betalir 875 krónur í leigu fyri fermeturin uppi á Hálsi og tað verður enntá mett at vera ein sera bílig leiga í Havn.

Har afturímóti betalir TAKS á Tvøroyri 525 krónur í leigu fyri fermeturin.

- Tað er ein stórur munur á leiguni í miðstaðarøkinum og at leiga úti um landið, legði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum afturat.


Kundu bygt stórt

Hetta vóru upplýsingar sum vaktu ans í Løgtinginum og bæði Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard eru samdir um, at ein leiguútreiðsla upp á 37,6 milliónir hevði forrentað eina stóra íløgu, skuldi tað almenn gjørt av at bygt ein umsitingarbygning.

- Brúktu vit hesar pengarnar, til at bygt umsitingarligar bygningar fyri, hevði tað skapt arbeiði, umframt at tað hevði skapt tí almenna varandi virði.

Og so hevði tað eisini ført til munandi minni leiguútreiðslur.

- Hyggja vit 10 ár fram í tíðina, kundi tað fíggja ein bygning upp á yvir 300 milliónir og tað hevði rúmað nógvari almennari fyrisiting, segði Jóannes Eidesgaard.

Tórbjørn Jacobsen helt, at rættstundis umhugsni kundi hjálpt upp á støðuna. Hann sipaði til, at gamla telegrafstøðin í Havn hevði fingið umfatandi ábøtur og nýtt tak. Og hann helt, at varð ein hædd bygd oman á húsið afturat, áðrenn takið varð lagt á, hevði húsið kunnað hýst allari umsitingini hjá fiskimálaráðnum


Kann føra til miðsavning

Hinvegin vísti hann á, at verður ein slíkur umsitingarligur bygningur bygdur, fer tað at føra til, at nógv umsiting fer at verða savnað saman.

- Tað kann føra til enn meiri miðsavning, enn politiski myndugleikin ætlar, tí ein slíkur bygningur verður uttan nakran sum helst iva bygdur í Havn.

Men hin møguleikin, sum hann nevndi er at flyta nógva umsiting út um Havnina, tí tað hevði gjørt leiguútreiðslurnar nógv bíligari.

Hann vísti samstundis á, at samskiftismøguleikarnir eru so mikið góðir nú, at tað ber til at sita víða um í landinum og arbeiða og hava gott samband við miðstaðarøkið

- Men tað tykist sum um at tað gongur illa at gagnnýta teir fyrimunir tað hevur.

Og Jóannes Eidesgaard helt, at tað átti at stuðla undir, at vit hugsa meiri um at flyta ta umsiting út um landið, sum tað ber til at flyta og at savna tað umsiting, sum neyðturvuliga eigur at verða saman.


Leiguútreiðslur hjá tí almenna seinastu árini


Hetta eru útreiðslurnar, sum almennu Føroyar hava havt á fígjarlógini seinastu árini av at leiga hús og bygningar til almennar stovnar og fyrisiting kring landið.


1999: 18,9 mió. kr.

2000: 20,2 mió. kr.

2001: 20,5 mió. kr.

2002: 25,7 mió. kr.

2003: 26,0 mió. kr.

2004: 28,3 mió. kr.

2005: 26,8 mió. kr.

2006: 27,7 mió. kr.

2007: 30,9 mió. kr.

2008: 35,7 mió. kr.

2009: 37,6 mió. kr.

Tils.: 298, 3 mió. kr.


Sum tað sæst á yvirlitinum hevur tað almenna goldið tilsamans 298, 3 milliónir í leigu fyri almennar stovnar seinastu 11 árini. Men tað er stórur munur á, hvussu stórur vøksturin er frá ári til ár. Frá 2001 til 2002 er ein øgiligur vøkstur upp á 25,4%. Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er ikki tí, at prísurin er uppfarin, men tí at nýggj leigumál eru gjørd.