Sendingin "Triði Hálvleikur" á Rás2 fekk orðið á framrættaða spælaran hjá B36, Hanus Thorleifson, umframt at prátað var við ÍF-veteranin, Bartal Eliasen, aftaná dystin millum ÍF og B36 í Gundadali, sum B36 vann 1-0.
Hanus Thorleifson fegnast um greiða oddastøðuna, og hann var fegin um at síggja teir nýggju mennirnar, Adrian Cieslewitz, Oddmar Færø og Rógva Poulsen koma á vøllin í dag. Hanus heldur, at nú hevur B36 ein sterkan hóp, sum er væl fyri til seinnu helvt av kappingini. Hann heldur eisini, at B36 kann gera ein vørr í Europa League, har teir møta Linfield FC úr Norðurírlandi.
Bartal Eliasen mátti ásanna, at hetta var aftur ein av teimum døgunum, har ÍF hevði sínar møguleikar, men fekk ikki nakað burturúr teimum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið við Hanus Thorleifson og Bartal Eliasen.