Í nátt er enn einaferð brotið inn í Okkara á Velbastað. Tjóvarnir hava brotið ein rút í einin hurð og eru soleiðis komnir inn í bygningin, har teir hava stolið nakrar rammur av øli.
Kriminaldeildin hjá løgregluni hevur ikki stórvegis nýtt at siga um málið nú seinnapartin, men siga seg hava góð spor at ganga eftir, og vænta, at málið verður loyst um stutta tíð.
Fyrr í dag seg løgreglan segði undrast á, at ikki meiri var stolið, tá nú tjóvarnir vóru komnir fram at øllum, men av kriminaldeildini siga tey, at kanska vóru tjóvarnir órógvaðir ella høvdu teir ikki bil, og tískil tóku teir ikki meiri enn tað sama.









