Hava gjørt leiðreglur fyri prísmarknaðarføring

Brúkaraumboðið hevur almannakunngjørt leiðreglur fyri marknaðarføring av prísi.

 

Sambært lóg um marknaðarføring skal Brúkaraumboðið royna at ávirka vinnurekandi við at gera og almannakunngera leiðreglur um marknaðarføring á økjum, sum hava stóran týdning, serliga fyri brúkaran. 

 

- Talan er um fyribyrgjandi arbeiði, ið Brúkaraumboðið hevur raðfest høgt í árinum. Marknaðarføringslógin er ein breið lóg, ið ásetur karmarnar fyri marknaðarføring. Tá lógin er breið, kann vera trupult bæði hjá vinnuni og brúkaranum at staðfesta, hvørji rættindi og skyldur eru, sigur Brúkaraumboðið.

 

Orsøkin til, at Brúkaraumboðið hevur valt at skriva leiðreglur um júst prísmarknaðarføring er, at hetta fevnir um nógvar brúkarar og er av týdningi fyri brúkaran ítøkiliga í gerandisdegnum.

 

Endamálini við leiðreglum um marknaðarføring av prísi eru lutvíst at tryggja brúkarum ímóti villleiðandi marknaðarføring og lutvíst at tryggja vinnurekandi greiðar og eins spælireglur.

 

- Í stuttum kann sigast, at leiðreglurnar innihalda krav um, at prísir skulu vera rættir, greiðir og fullfíggjaðir. Gjøgnumskygni skal vera fyri brúkaran og tey lyfti, ið verða givin í marknaðarføringini, skulu haldast, sigur Brúkaraumboðið.

 

Eisini verður staðfest í leiðreglunum, at mett verður um marknaðarføringina út frá, hvussu ein vanliga upplýstur og rímiliga ansin miðalbrúkari fatar marknaðarføringina. Dentur verður lagdur á beinleiðis fatanina. 

 

Serliga trý høvuðsbrot eru í leiðreglunum, og tey eru marknaðarføring av søluátøkum, prísgaranti og aðrar sølufremjandi útsagnir og eisini prísmerking.