Tann 1. desember í fjør búðu 53.686 fólk í Føroyum og tað eru 816 fólk, ella 1,5 prosent meiri enn fyri einum ári síðani. Hagstovan sigur, at vøksturin stavar frá einum burðaravlopi upp á 287 fólk og eini nettoflyting upp á 529 fólk. Tað merkir, at hetta seinasta ári hevur burðaravlopi verið lægri enn tað hevur verið og hinvegin hevur nettoflytingin siatt verið hægri og tað merkir, at fólkavøksturin, sum hevur verið hesi seinastu árini, heldur fram.
Verur hugt eftir tølunum, var størsti vøksturin í Tórshavnar Kommunu, sum vaks 447 fólk, ella tvey prosent og í Klaksvíkar Kommunu, sum er 91 fólk ríkari, ella 1,7 prosent.
Men lutfalsliga er tað Nes kommunu, sum er vaksin mest, tí har vórðu tey 66 fólk fleiri tann 1. desember í ár enn tey vóru fyri einu ári síðani, og sostatt er fólkatalið á Nesi vaksið 4,8 prosent, og lutfalskiga er tað størsti vøksturin í landinum.
Á Strondum vaks fólkatalið 2,7 prosent og í Runavík vaks tað 1,4 prosent.
Størsta afturgongd í fólkatalinum var á Sandi og í Skálavík, har tey nú eru 23 fólk fætti enn fyri einum ári síðani og í Kvívík, sum er minkað 24 fólk.











