Hava gjørt tólv túsund koppsetingar

Gott fýra túsund føroyingar eru liðugt koppsettir fyri covid-19

Fríggjadagin vórðu 434 fólk koppsett fyri covid-19. 410 fingu fyrra prikið, og 24 fingu seinna prik.

Tilsamans eru nú 11.930 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 7.755 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 4.175 hava fingið tað seinnu og eru liðugt koppsett.

Koppsetingin á teimum trimum sjúkrahúsunum heldur fram alla hesa vikuna. Miðskeiðis í næstu viku kemur nýggj sending við umleið 5.200 skamtum av koppingarevni.