Tað er nú greitt, at tað verður Finnleif Guttesen, sum verður borgarstjóri á Tvøroyri í næsta valskeiði.
Tað eru teir tríggir flokkarnir, sum mynda býráðssamgonguna á Tvøroyri, nú blivnir samdir um.
Sostatt hevur nðggja býráðssamgongan tikið boðini frá kommunuala eftirlitinum hjá Landsstðrinum til eftirtektar.
Tað eru teir tríggir býráðslimirnir fyri javnaðarflokkin, sum skipa nýggju býráðssamgonuna á Tvøroyri, saman við Finnleif Guttesen úr Sambandsflokkinum og Kristin Michelsen úr uttanflokkalistanum.
Í andstøðu sita Bergur Bærendsen og Dan Nielsen, sum nú er borgarstjóri, teir báðir eru valdir á samgongulistanum.
Annars var tað ætlanin, at tað skuldu verða tveir bðýráðsformenn á Tvøroyri tað næsta valskeiðið.
Eftir drúgvar samgongusamráðingar, samdist partarnir um, at Finnleif Guttesen skuldi vera borgarstjóri tey bæðu fyrru árini í valskeiðnum , men at Kristin Michelsen tá skuldi taka yvir tey bæði seinnu árini.
Men tá ið hendan avtalan kom fram, gjørdi kommunala eftirlitið vart við, at tað bar ikki til at gera slíkar avtalur, tí tað stendur í Kommunulógini, at borgarstjóri og varaborgarstjóri eru valdir fyri alt valskeiðið og at tað ikki ber til at skifta borgarstjóra í valskeiðnum
Lógfrøðingar, sum býráðssamgongan hjá bðráðnum hevur spurt, eru komnir til somu niðurstøðu.
Tað vóru tey, sum stúrdu fyri, at hetta fór at spilla alt spælið hjá nýggju býráðssamgonguni á Tvøroyri, tí tað skiltist, at tað stórð nógv á, at fáa semju yvirhøvur.
Men tað gekk kortini sum smurt at semjast av nýggjum.
Bæði Sverri Midjord, sum er fyrst valdur býráðslimur á Tvøroyri og Finnleif Guttesne, sum verður borgarstjóri, vátta, at samgongan hevur gjørt nýggja avtalu.
Og eftir henni, verður Finnleif Guttesen borgarstjóri á Tvøroyri.
Aftir ætlan, skuldi býráðið á Tvøroyri skipa seg í gjárkvøldið, ella í dag.