Karsten Hansen avvísir tí, ið Starvsmannafelagið førir fram um arbeiðsgongdina í landstýrinum.
- Fólkini á lønardeildini hava gjørt eitt gott og seriøst arbeiði, so hatta er ov langt úti at sleingja út, heldur Karsten Hansen og vísir á, at tveir partar skulu til eina semju, eins og til eina ósemju.
- Starvsmannafelagið hevði uppskot um nýggja lønarskipan, har lønarkrøv partvís vóru innbygd. Vit góðtóku uppskotið, men tey tóku tað av borðinum aftur, sigur fíggjarmálaráðharrin, ið sigur orsøkina til samráðingarsteðgin vera, at ein semja ikki fanst um samlaðu peningakrøvini.
Hvør sær
- Fakfeløgini valdu at samráðast hvør sær, og hetta hevur sjálvsagt havt eitt ávíst trýst á okkara lutfallsliga lítlu lønardeild, sigur Karten Hansen og vísir á, at Starvsmannafelagið bert hevur seg sjálvt at hugsa um, meðan fíggjarmálastýrið skal hugsa um alt og øll, og síggja heildina í øllum.
- Feløgini valdu at samráðast hvør sær, men nógv krøv er líka, og kanska eru tey ikki minni enn einki saman aftanfyri leiktjøldini, heldur Karsten Hansen og leggur afturat, at kanska var lættari, um tey vóru saman.
Øll víst samfelagssinni
- Eg vil bert tryggja, at øll fáa løn, og at ein seinni ikki skal koyra fólk, fyri at fáa pening til lønir, sigur Karsten Hansen.
Hann heldur, at allir føroyingar hava víst samfelagssinni. Summi mistu alt. Onnur máttu rýma av landinum. Karsten Hansen metir tað at hava stóran týdning, at tað nú verður varandi loysnir.
Hann væntar, at partarnir finna fram til eina loysn.
- Eg eri bjartskygdur. Eg rokni við, at vit finna eina loysn, men sjálvsagt er møgululeiki fyri verkfalli, tí tað er ein rættur, ið fakfeløgini hava, sigur Karsten Hansen , fíggjarmálaráðharri.










