Hava gjørt allan skúlan roykfrían

ROYKFRÍTT fyri at fáa royking heilt burtur úr eygunum á skúlabørnunum, hevur skúlin á Toftum gjørt av at banna royking á øllum skúlans øki

- Vit vildu hava royking heilt burtur úr eygunum á børnunum og tískil hava vit bannað royking á øllum skúlans øki – og á vegnum framvið skúlanum.
Tað sigur Marita Dalsgaard, skúlastjóri á Toftum.
Í dag er altjóða roykfríur dagur og tað skerst ikki burtur, at tað treingist saman um hjá teimum, sum roykja.
Í Havnini hevur Kommunan langt síðani gjørt allar skúlar, allar barnagarðar og allar vøggustovur, roykfríar.
Hetta merkir, at tað er ikki loyvt at roykja á øllum matrikulnummarinum hjá stovnunum, hvørki innandura ella uttandura.
Hetta hevur kommunan gjørt tí at tey halda, at tey vaksnu eiga at ganga undan, sum góðar fyrimyndir.
Á Toftum tóku tey somu støðu fyri einum hálvum ári síðani.
- Hetta er ein støða, vit hava tikið í samráð við kommununa, sigur skúlastjórin.
Hon sigur, at tað er trongt rundan um skúlan og tískil er vegurin framvið skúlanum eisini gjørdur rtoykfríur.
Tað merkir, at hvørki næmingar ella lærarar hava loyvi at roykja á øllum matrikulnummarinum og á vegnum framvið skúlanum.

Ongin mótmælti
Annars heldur Marita Dalsgaard, at royking er ikki so stórur trupulleiki á skúlanum, tí tað eru bara einir seks, átta næmingar í Framhaldsdeildini, av teimum 200, sum tilsamans eru á skúlanum, sum roykja.
Hon heldur, at fyri nøkrum árum síðani vóru tað enn færri næmingar, sum royktu, men at tað aftur hevur vundið eitt lítið sindur upp á seg.
Hon heldur annars, at yvirhøvur virða næmingarnir roykiforboðið.
Tað gera lærararnir eisini.
- Vit hava onkrar lærarar, sum roykja og hóast tað varð tosað fyri og ímóti, endaði tað við, at roykiforboðið varð sett í gildi.
- Tað var í hvussu so er ongin, sum mótmælti, sigur skúlastjórin.
Frammanundan hevur tað verið bannað at roykja innandura í øllum almennum støðum.
Og allastaðni verður roynt at leggja niður í skúlabørnini, at tey skulu ikki fara at roykja, tí tað er so skaðiligt.
- Tí hevði tað hevði verið eitt sindur ørkymandi fyri næmingarnir, at forboð er fyri, at lærararnir roykja innandura, men at teir ístaðin verða sendir út í tún at guva upp í eyguni á teimum, sigur Marita Dalsgaard.