Hava givið fleiri foreldrum klipp í koyrikortið

Í nátt vóru bilførarar fyrimyndarligir – men tað kann løgreglan ikki siga um bilførarar í gjár

Bæði í gjár og í nátt hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna ymsastaðni kring landið.  Løgreglan sigur, at tað var einki at finnast at hjá bilførarunum, sum vórðu kannaðir í nátt, tí har var støðan fyrimyndarlig. Men heilt tað sama kann ikki sigast um bilførararnir, sum vórðu kannaðir í gjár.

 

Løgreglan sigur, at longu í gjáramorgunin vóru tey til staðar við fleiri skúlar, har tey kannaðu bilarnar, sum koyrdu børnini í skúla. Og aftur hesa ferð vóru tað fleiri bilførarar, sum fingu klipp í koyrikortið tí teir høvdu børn undir 15 ár í bilinum, uttan at syrgja fyri, at tey sótu í trygdarbelti.  Somuleiðis var tað eisini ein bilførari, sum ikki hevði akkurát tað rætta koyrikortið til bilin hann koyrdi eitt barn í skúla við.

 

Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar fleiri staðni í gjár og eisini í hesum sambandi vóru tað fleiri bilførarar, sum fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt, bæði í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50 og í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80.

 

Løgreglan var eisini inni á fleiri skeinkistøðum í nátt og kannaði støðuna, men heldur ikki har var nakað at finnast at, hvørki hjá gestum ella í sambandi við umstøðurnar annars.