Hava givið skarvin yvir

Ein føroysk stjórnarskipan er farin í vaskið – enn eina ferð

Tað er nú greitt, at tað verður ikki á hesum sinni, at vit fáa eina føroyska stjórnarskipan. Uppskotið varð lagt fyri Løgtingið í heyst við tí endamálið at fáa tað samtykt, áðrenn tingsetan endar nú á ólavsøku. Mál, sum eru løgd fram, men ikki verða samtykt, tá ið tingsetan endar, detta burtur.

 

Ein serlig nevnd við umboðum úr øllum flokkum varð sett at viðgera málið og síðani hava tey havt fleiri fundir. Men nú ásannar Heðin Mortensen, formaður í nevndini, at tað ber ikki á mál, tí nevndin kann ikki semjast, og sostatt verður nevndin ikki liðug fyri ólavsøku.

 

Tí hevur Heðin Mortensen nú boðað løgmanni frá støðuni nú seinnapartin. Hann hevur boðað løgmanni frá, at nevndin verður ikki liðug, og at málið sostatt dettur burtur. Samstundis biðjur hann løgmann umhugsa um málið skal leggjast fram aftur av nýggum eftir ólavsøku.

 

Sostatt er enn ein roynd at fáa eina føroyska stjórnarskipan, farin fyri skeyti, hóast arbeitt hevur verið við málinum í yvir 15-20 ár.