Hava givið liðnum frið

Oddur Dimon er formaður í fótbóltsdeildini hjá TB, og hóast hann ásannar, at árið í ár ikki alla tíðina hevur verið eins stuttligt, so heldur hann ikki, at nevndin ella fótbóltsdeildini hevur roynt at blanda seg í tað, sum venjarin og spælararnir hava gjørt.
- Vit hava sum so eingi stig tikið til at broyta um gongdina. Trupulleikin hevur heldur ikki verið, at liðið hevur spælt illa, og tí hava vit ikki vilja farið at blandað okkum alt ov nógv. Ein áleypari er sjálvandi komin, men tað er so tað, sigur hann. Og í veruleikanum hevur liðð verið verri mannað í seinastuni, nú fleiri spælarar hava verið burtur frá av ymsum ávum.
Hinvegin leggur hann dent á, at tað kanska hevur hjálpt, at liðið seinastu dystirnar hevur verið meira ágangandi, enn teir annars hava verið í ár.
- Kanska hevur uppleggið verið ov verjukent í fleiri førum, og í øllum førum skapa vit fleiri møguleikar, nú tað verður spælt meira álopsspæl. Tað er so kanska eisini tí, at liðið nú noyddist at leypa á, tí munurin upp til næstu sessirnar var vorðin ov stórur.
Men hóast hann soleiðis viðgongur, at tað í dag er nakað nógv stuttligari at vera TB'ari, enn tað annars hevur verið í fleiri mánaðir, so noktar formaðurin í fótbóltsdeildini at selja skinnið. Ikki enn í øllum førum.
- Avgerandi dysturin verður móti VB um tvær vikur, og fyrr enn tá er einki avgjørt. Og her hava sigrarnir á GÍ og Skála so havt við sær, at vit hava ráð til javnleikin í tí dystinum. Hinvegin trúgvi eg, at um vit vinna tann dystin, so verða tað heldur ikki vit, sum skulu spæla um sessin móti næst besta aðrudeildarliðnum. Men at hetta tá verður ein spurningur, sum VB og GÍ mugu greiða sínamillum, sigur hann at enda.