Í sambandi við, at álit varð lagt fram um nýggja kommunuskipan varð nevnt, at millum tey mongu ósettu kommunulæknastørvini var starvið í Eiðis læknadømi.
- Tað er rætt, at vit ikki hava ein fastan kommunulækna í starvi, men vit hava tveir fastar avloysarar, sum koma her upp á skift sættu hvørja viku, sigur Rólant Poulsen, borgarstjóri á Eiði.
Annar avloysarin, Knud Jacobsen, hevur líka síðan 1981 regluliga avloyst í Eiðis læknadømi, og hin, Jens Davidsen byrjaði, tá ið Magnus á Stongum fyri tveimum árum síðan valdi at gevast sum kommunulækni.
Báðir eru givnir við at arbeiða sum kommunulæknar í Danmark fyri burturav at arbeiða í Føroyum.
- Teir eru báðir falnir væl til her og luttaka í tiltøkunum í bygdini. Knud Jacobsen skilir hvørt orð og tosar eisini føroyskt. Jens Davidsen roynir eisini av øllum alvi at læra seg føroyskt. So vit eru væl fyri við læknum, sigur Rólant Poulsen.
Eiðis læknadømi fevnir um Eiði, bygdirnar í Sunda kommunu og Funning.










