– Vit eru til reiðar og vit hava fyrireikað okkum væl.
Tað sigur Claus Olsen, formaður í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag.
Veturin stundar til og tað er eisini tíðin, tá ið ódnarveður er heit vanligt um okkara leiðir. Og tá ið ódnirnar herja eru ofta boð eftir bjargingarfeløgum, at bjarga húsum, neystum, hjallum, bilhúsum, og øðrum, sum verða tikin av stormi.
Claus Olsen sigur, at í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelagi royna tey at verða fyrireikað so væl, sum gjørligt. Tey hava góða útgerð og amboð, sum eisini eru hampiliga nýggj, og tey hava eisini útgjørt seg væl við ríkiligum av troli at spenna um hús, so at tey ikki fara í stormi.
Tey eru eisini væl útgjørd við reimum og bondum, og við plátum, lektum og brekkum at negla fyri vindeygu fyri tekur og klædning, har tað er neyðugt.
Hann sigur, at hóast veturin er ikki meiri enn komin í eyga, hevur tað longu verið boð eftir teimum tríggjar ferðir tí at vandi hevur verið stormur skuldi elva til skaða.
Hann sigur, at umframt at hava góða útgerð, eru tey eisini væl mannað. Skuldi tað verið neyðugt, hava vit eini 60 fólk at heita á, men so nógvum fólkum er sjáldan tørvur á ísenn.
Men so hendir tað seg eisini meiri enn so, at brúk er fyri bjargingarfólki í trimum, ella fýra støðum, samstundis.
Tað hevur verið eisini ein stórur bati hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, at tey hava fingið eitt stórt og gott hús á Havnarlagnum í Nesi í Hvalba.
– Húsið verður afturgoldið nú á nýggjárinum. Har hevur felagið høvuðstøð og har hava vit so góðar umstøður, sum fá onnur bjargingarfeløg hava, og samstundis hava vit útgerð og amboð, sum eru hampiliga nýtt, sigur formaðurin.
Skuldi verið óneyðugt
Hóast tað mangan er brúk fyri bjargingarfelagnum í sambandi við ódnarveður, dylir Claus Olsen heldur ikki fyri, at tað kemur fyri, at boð eru eftir teimum til uppgávur, sum tey halda, skuldu verið óneyðugar.
– Tað kemur fyri, at leysir lutir liggja rundan um húsini, sum fólk ikki taka upp, og tá ið tað so verður stormur, og vandi er fyri, at skaði fer at standast av, halda tey bara, at tað er púra sjálvsagt at ringja eftir bjargingarfelagnum.
Claus Olsen hevur varhugan av, at summi halda, at bjargingarfólkið fær løn, men tað fáa tey ikki, tí alt er sjálvboðið arbeiði, sum tey onga løn fáa fyri.
Hann sigur, at tá ið slíkt hendir, fáa eigararnir tað eisini at vita, at hetta átti ikki at komið fyri.
Tað eru eisini onkuntíð boð eftir bjargingarfólkunum til gomul hús sum eru fallin í órøkt, og sum eru í so ringum standi, at skaði kann standast av tí.
– Tað kunnu vera ymsar orsøkir til, at hús fella í órøkt. Talan kunnu vera um hús, sum eru arvað, og har arvingarnir rætt og slætt ikki hava ráð at halda tey. Men talan kann eisini vera um bera líkasælu, heldur formaðurin.
Men hann heldur kortini, at fjøldin av fólki ansar væl eftir, at tey ikki hava nakað liggjandi, sum kann fara á flog og sum kann elva til skaða.
Og tað hjálpir ómetaliga væl, tí liggur onki og rekist, avmarkar tað skaðarnar beinanvegin, leggur hann afturat.
– Men tað skerst ikki burtur, at tað er ein óneyðug byrða hjá okkum, at vit eisini noyðast til verka til uppgávur, sum hesar heldur Claus Olsen.
Hann leggur afturat, at samstundis sum tey eru upptikin av at bjarga einum húsum, sum eru fallin í órøkt, ella við at taka leysar lutir upp, tarnar tað teimum, tá ið boð eru eftir teimum, har tað av álvara leikar á.
Hann heldur, at tað frægasta hevði verið, at kommunan bara tók hús, sum fólk hava ampa av, niður og sendi eigaranum rokningina.
Men sum støðan er nú, er tað í roynd og veru bjargingarfeløgini, sum fáa ábyrgdina av húsum, sum fella í órøkt, og tað heldur hann ikki er ílagi.
Herfyri segði hann við www.in.fo, at í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag hava tey umhugsað at senda eigaranum rokning, tá ið tey mugu at bjarga húsum, sum eru fallin í órøkt, men higartil hava tey ikki gjørt álvara av hesum.
Strævnastu jól í lívinum
Gongur, sum tað plagar, verður boð eftir teimum nakrar ferðir afturat í vetur. Annars er tað ógvuliga ymiskt, hvussu vetrarnir eru.
Tað ringasta, hann veit um, var á jólum í 2016, táið tað var ódnarveður dag um dag, og har bjargingarfeløgini vóru til arbeiðis øll jólini.
– Vit vóru til arbeiðis at kalla alla tíðina, bæði tollaksmessudag, 23. desemer, jólaaftan og jóladag og Claus Olsen sigur, at hetta eru strævnastu jól, hann hevur vitað.
Tá var so nógv at gera hjá bjargingarfelagnum, at kona Claus, nóg illa hevði borið eyga á hann øll jólini, og tað fekk hana at taka soleiðis til á Faceook í skemti:
– Hey tikur, um tikur møta Claus Olsen onkustaðni, vilja tit gera mær tann beina, at ynskja honum gleðilig jól frá konu, børnum,svigarbørnum og abbadotturini...
– Tað vóru sjálvandi fleiri konur, sum kundu siga tað sama. Men sum altíð so var gott lag á øllum, sigur Claus Olsen
Kundu fingið betri sømdir
Hóast tað mangan er brúk fyri bjargingarfeløgunum, og hóast tey spara tryggingarfeløgunum fyri stórar upphæddir, heldur Claus Olsen, at bjargingarfeløgini áttu at fingið betri sømdir.
Feløgini fáa 2,3 milliónir á fíggjarlógini og tað skal so býtast sundur ímillum tey níggju bjargingarfeløgini, sum eru, so tað verður smábýtt.
Men Claus Olsen heldur eisini turrisliga fyri, at eftir hansara tykki gongur tað illa hjá tryggingarfeløgunum at fata, hvussu nógvum pengum, bjargingarfeløgini spara tey fyri í endurgjaldi fyri skaðar.
Hann sigur, at í fjør lutaði tað eina tryggingarfelagið 100.000 krónur sundur ímillum bjargingarfeløgini.
Men annars hevur hann nakrar ferðir biðið tryggingarfelag um smærri upphæddir í stuðuli til ymsa útgerð og onnur endamál, og tað hevur hann fingið.
Men hann heldur heilt avgjørt, at tryggingarfeløgini áttu at stuðla bjargingarfeløgunum nógv meiri enn tey gera nú.