Aftonbladet hevur verið á vesi í svenska Ríkisdegnum. Har turkaðu tey við sonevndum kokainserviettum og kannaðu teir á kanningarstovu.
Úrslitið var, at á fýra av vesunum, sum politisku flokkarnir ráða yvir, vóru slóðir eftir kokain at finna.
Kanningarnar vóru gjørdir í sambandi við, at blaðið hevði samrøðu við flokkarnar um narkotikapolitikk.
Hjá Liberalerne, Socialdemokraterna, Sverigedemokraterna og Vänsterpartiet vóru spor av kokaini funnin.
Flokkarnir siga, at tað kemur óvart á teir, at kokain-slóðir eru á teirra vesum, og teir taka støðuna í álvara. Teir vísa tó á, at hetta kann hava okkurt gera við fólk, ið hava verið á vitjan.
– Nógv fólk kunnu nýta okkara vesi, men greiðir boðskapurin er, at mann skal ikki taka rúsevni, sigur Johan Pehrson, sum er leiðari fyri Liberalerna og er ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum, við tíðindastovuna TT. Flokkurin fer nú at gera egnar kanningar.
Socialdemokraterna og Sverigedemokraterna siga, at tey fara at seta seg í samband við umsitingina í Ríkisdegnum. Og har eru boðini greið.
– Hetta er sjálvandi ikki í lagi og kann metast um kriminelt virksemi í hølum hjá Ríkisdegnum, sigur trygdarstjórin Niklas Åström við TT.










