Hava funnið Rana

Rani í Billustovu, sum leitað hevur verið eftir síðani vanlukkuna í Oyndarfirði, er nú funnin

Norðlýsið skrivar á heimasíðu sínari, at saknaði maðurin nú er funnin úr fyri Rættargjógv.

 

Rani var sjálvur annar í bilinum, sum fórst í vanlukkuni, og líka síðani hevur umfatandi leitingarbeiði verið framt av bæði fakfólki og sjálvbodnum.