Hava funnið orsøkina til eldin

Tað var hitin frá oljufýrinum og tað at isoleringin ikki var nóg góð í loftinum beint uppi yvir oljufýrinum, sum var orsøk til, at eldur kom í bilverkstaðið Bilhjálp við Marknagilsvegin í Havn.

 

Tað upplýsir politiið í morgun.

 

- Tað er ein kombinatión av fleiri viðurskiftum, sum hava ført til eldsbrunan í bygninginum. Oljufýrið stóð tætt upp at loftinum, og júst har var ikki nóg væl isolerað. Uppi á loftinum, har tey vóru í ferð við at seta eina íbúð í stand, stóð eitt vindeyga opið, og sostatt er trekkur komin inn í bygningin, greiðir Hildur Hentze, varakriminalovasti, frá 

 

Talan var um ein gamlan bygning, og høvilsspønir eru nýttar at isolera við, og júst tað tilfarið er eisini orsøk til eldsbrunan.

 

- Mett verður, at hiti er komin frá oljufýrinum, sum hevur ligið á 80-100 stigum, og tað hevur verið nóg mikið til at festa í, sigur Hildur Hentze og leggur afturat:

 

- Hatta var tíverri eitt hendiligt óhapp, sigur Hildur Hentze.