Hava funnið okkurt gátuført

- Eg veit ikki, hvat hetta var, men tankin um, at hetta var mannahár, nam meg.

Langvannet liggur nær við húsini, har hjúnini, Tom og Anne-Elisabeth Hagen, búðu.

 

 

Norska løgreglan kannar nú eitt hvørt gátuført, sum er funnið í vatninum, tey rópa Langvannet í Lørenskog í Noregi. Vatnið liggur beint við húsini, har hjúnini, Anne-Elisabeth og Tom Hagen, búðu.

 

Hin 31. oktober í 2018 hvarv konan, og síðan henda dag hevur eingin hvørki hoyrt ella sæð nakað til hennara. Teir fyrstu mánaðirnar, eftir at hon sporleyst var horvin, varð hildið, at hon var rænd.

 

Men, fyri stívliga einum ári síðan gjørdi norska løgreglan av at skuldseta mannin hjá henni, miljarderin, Tom Hagen, fyri dráp. Maðurin noktar seg sekan og sigur seg ongan leiklut hava í, at kona hansara er horvin.

 

Tað nýggjasta í málinum hendi í dag, tá norska løgreglan fekk fráboðan frá Sløkkiliðnum í økinum um, at eitt hvørt gátuført er funnið í Langvannet, sum er vatnið beint við húsini, har hjúnini búðu.

 

- Vit hava tryggjað økið, og nú skulu kanningar gerast av tí, sum er funnið, sigur løgregluovastin í Hagen-málinum, Gjermund Hanssen, við Romerikes Blad.

 

Løgregluovastin sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um "tilfarið" - og um hetta møguliga kann setast í samband við málið um Anne-Elisabeth Hagen.

 

Tað var myndamaðurin hjá Romerikes Blad, Vidar Sandnes, sum av tilvild var í økinum fyrrapartin í dag, sum fann tað, ið talan nú er um. Hann boðaði Sløkkiliðnum, sum gjørdi venjingar á vatninum, frá.

 

##med2##

 

- Eg veit ikki, hvat hetta var, men tankin um, at hetta var mannahár, nam meg, sigur myndamaðurin við blaðið.

 

Sum skilst, helt eisini Sløkkiliðið á staðnum, at hetta, sum myndamaðurin hevði funnið, var undrunarvert, og tey settu seg í samband við løgregluna, sum sendi kriminalteknikarar á staðið.

 

 

 

Langvannet liggur nær við húsini, har hjúnini, Tom og Anne-Elisabeth Hagen, búðu.