Hava funnið heilsuskaðilig evni í sósini

Nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvstovan ímóti eini vælumtóktari sós

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av sós, sum er rættiliga væl umtókt. Talan er um »Jensens Køkkens Peber Sauce« og »Jensens Køkkens Favorit Sauce.

 

Talan er um íløt við 250 millilitrum og »Jensens Køkkens Peber Sauce«, sum ávarað verður ímóti, eru íløt, sum eru merkt at vera best fyri  07.12.2021, 11.12.2021, 18.12.2021, 25.12.2021.

 

Íløtini av »Jensens Køkkens Favorit Sauce«, sum ávarað verður ímóti, eru íløt, sum eru merkt at vera best fyri 07.12.2021, 11.12.2021, 21.12.2021, 23.12.2021, 25.12.2021, 27.12.2021, 29.12.2021.

 

Talan er eisini um »Jensens Køkkens Favorit Sauce« í íløtum upp á 500 millilitrar, og sum er merkt at vera best fyri 23.12.2021, 28.12.2021, 30.12.2021

 

Orsøkin til ávaringina er, at kanningar hava víst, at tað er ov nógv av evninum, ethylenoxid, í sósini.

 

Ethylenoxid er eitt týningarevni, sum kann elva. til krabbamein, sigur Heilsifrøðiliga Starvsstovan. Tí heita tey á fólk, sum kanska hava nakað av hesi sósini, eiga at koyra tað í skrell, ella at lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.