Hava funnið hassj umborð fyri triðju ferð

Polar Nataarnaq er komin á Skála at verða umvældur

Fyri triðju ferð innan stutta tíð er hassj funnið umborð á grønlendska trolaranum Polar Nataarnaq.

 

Tað skrivar Sertmitsiaq.

 

Trolarin hevur verið á skipasmiðju í Danmark, men áðrenn fráferð haðani funnu tollarar fýra kilo av hassji umborð. Tá ið Polar Nataarnaq legði at í Føroyum á veg heim til Grønlands, funnu tollarar fimm kilo av hassji afturat umborð. Og nú hevur manningin funnið 1,8 kilo av hassji afturat.

 

Á ferðini úr Føroyum til Grønlands rendi Polar Nataarnaq á eitt ísfjall og fekk skaða. Tí legði skipið leiðina til Føroya at umvæla skipið. Tá ið manningin vaskaði umborð, fann hon hassjið á verksmiðjuni umborð.

 

Sambært Sermitsiaq hevur reiðaríið Polar Seafood sett seg í samband við politiið í Føroyum og biðið hana kanna skipið gjølla eina ferð afturat fyri at vita, um meira hassj er umborð.