Í morgin, týsdagin klokkan 17 hava Jan Müller og Tróndur Djurhuus bókaframløgu í Perluni í Tórsgøtu í Havn, har teir leggja nýggju bókina "Oljan" fram.
Bókin umhandlar ta stóru menningini føroysku menningini, sum hevur verið, hóast vit enn ikki hava rakt tað fyrsta stóra oljufundið. Føroyingar hava funnið evnini, um ikki ráevnini. Skansi Offshore og Thor hava gingið undan í frálandavinnuni. Jarðfrøði hevur fingið nógvar týðandi upplýsingar, og menning er farin fram á øðrum økjum eisini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Jan Müller og Tróndur Djurhuus greiddu frá um bókina "Oljan", tá in.fo/Rás2 var á gátt hjá teimum ígjárakvøldið. Bókin byrjar ógvuliga hóskandi í Nyhavn, tá føroyingar við Atla P. Dam á odda høvdu vunnið rættin til undirgrundina.










