Í dag er ein persónur funnin deyður, eftir at stór leiting hevur verið seinastu dagarnar eftir eina vanlukku í einari stórari á - Tokagjelselva - við Hardangerfjørðin í Noregi.
Syrgiliga vanlukkan hendi, tá trý tilkomin fólk, sum høvdu ein hund við sær, seinasta sunnukvøld skuldu fara tvørtur um eina á í einari lítlari jollu.
Talan var um fólk, sum eiga summarhús á leiðini og sum brúka jollu til at fara yvir um ánna. Tey vóru kend á leiðini, har vanlukkan hendi.
Norska løgreglan hevur kunngjørt, hvørji fólkini eru.
Tey eru 64 ára gamli, Kjell Arne Pedersen, 72 ára gamli, Nils Johan Bårdsen og 68 ára gamla, Ruth Wathne.
Stutt niðan fyri, har tey skuldu fara yvir um trongan í ánni, er ein stórur og 15 metrar høgur fossur.
Tað var onkur í familjuni, sum sá, hvussu streymurin tók jolluna við teimum trimum fólkunum í og oman móti stóra fossinum.
Vælmannað lið hava síðan leitað eftir teimum trimum, og umstøðurnar hava verið ringar, tí her kann vera sera trupult at koma framat ánni í høga og skurvuta lendinum.
##med2##
Í dag er so eitt fólk funnið, sum enn ikki er eyðmerkt, men løgreglan ivast ikki í, at talan er um ein av teimum, sum leitað hevur verið eftir.
Tað var ein drona, sum fann líkið í Steindalselva, sum hesin parturin av ánni verður róptur. Tey avvarðandi hava fingið at vita, at ein persónur er funnin.
Hildið verður fram at leita eftir teimum báðum, ið eftir eru.