Malaysisku hernaðarmyndugleikarnir siga nú, at teir hava funnið eitt ferðamannaflogfar á Malakkasundinum, og at talan uttan iva er um flogfarið, sum hvarv fríggjakvøldið.
Tað eru radarakanningar, sum hava staðfest flogfarið. Er talan um flogfarið hjá Malaysian Airlines, merkir tað, at flogfarið hevur flogið vestureftir ístaðin fyri eystureftir.
Malaysian Airlines-flogfarið hvarv, tá tað var á veg úr Kuala Lumpur í Malaysia til Beijing í Kina. 239 fólk vóru umborð. Tað hevur fleiri ferðir ljóðað, at flogfør hava sæð vrakpetti í vietnamesiskum sjógvi, men hetta er avsannað hvørja ferð.