Lítla oyggin er bygd av ósløttum tilfari við evju og morenu, og sambært Keypmannahavnar Universiteti kann oyggin vera eitt úrslit av illveðri, har havið stigvíst hevur skumpað tilfar úr havbotninum saman.
Norðasti blettur í heiminum hevur higartil verið hildin av vera Oodaaq oyggin har norðurin í Grønlandi, men nú hava so granskarar av tilvild funnið hesa lítlu oynna, sum liggur upp aftur longur norðuri.
Sermitsiaq skrivar, at lítla oyggin, sum nú er funnin, enn einki navn hevur fingið.
- Oyggin varð funnin í juli mánaði í ár, og hon liggur 780 metrar norðan fyri Oodaaq oynna, upplýsir Keypmannahavnar Universitet í tíðindaskrivi.
Lagt verður aftrat, at oyggin er umleið 30 ferðir 60 metrar, og hon liggur einar tríggjar til fýra metrar yvir vatnskorpuni.
Rannsóknarleiðarin, Morten Rasch, sum starvast fyri Institut for Geovidenskab og Naturforvaltning á Keypmannahavnar Universiteti, sigur, at granskararnir hildu, at tey vóru stødd á Oodaaq oynni.
- Vit vóru sannførd um, at oyggin, vit vóru á, var Oodaaq oyggin, sum higartil hevur verið skásett sum heimsins norðasta oyggj.
Men, saman við Danmarks Tekniske Universitet (DTU) funnu vit út av, at GPS-arin var skeivur, og at vit í veruleikanum høvdu funnið eina nýggja oyggj upp aftur longur norðuri.
- Soleiðis hava vit við at finna hesa lítlu oynna norðan fyri Oodaaq vaksið eitt lítið sindur um kongaríkið, sigur Morten Rasch.
Men, víðkanin av kongaríkinum kann saktans bara vera fyribils, tá lítla oyggin kemur undir bólkin "stuttlívaðar oyggjar". Tá eitt illveður kann hava skapt hesa oyggj, kann eitt illveður eisini beina hana burtur aftur.
- Eingin veit, hvussu leingi oyggin verður liggjandi, tí hon kann saktans hvørva aftur, tá eitt veruligt illveður aftur er á leiðini, sigur rannsóknarleiðarin, Morten Rasch.
##med2##











