Tað var leygardagin, at tríggir menn í Grønlandi fóru úr Qeqertaq til Ilulissat í einari jollu. Tá teir ikki vóru komnir fram mánadagin, varð leiting sett í verk.
Seinnapartin í gjár visti Sermitsiaq at siga frá Arktisk Kommando, at ein hálvsokkin jolla av sama slagi, sum menninir vóru í, nú er funnin.
Tað var challengerflogfarið hjá donsku verjuni, sum fann jolluna, men fram til seinnapartin í gjár, hevði eingin sæð nakað til teir tríggjar menninar, sum vóru á ferðini saman.
- Jollan varð funnin sunnanfyri Qeqertarsuaq, skrivar Arktisk Kommando á sínum Facebook-vanga.
Kommandørkapteinurin hjá Arktisk Kommando, Brian Jensen, sigur, at leitingin eftir teimum trimum monnunum heldur fram.
- Vit eru greið yvir, at hetta er ein tíð við óvissu, og tað er sárt hjá teimum avvarðandi, sum ikki vita, hvat er hent teirra kæru.
Brian Jensen leggur aftrat, at leitað fer framhaldandi at vera í økinum, har jollan er funnin, og familjurnar hava fingið at vita um gongdina og óvissuna í málinum.