Hava funnið átta lík afturat

Brasilsk og fronsk bjargingarfólk hava funnið átta lík afturat frá Air France-flogfarinum Ein talsmaður fyri brasilsku myndugleikarnar sigur, at nú eru 24 lík funnin umframt fleiri vrakpetti og harafturat nakrir ognarlutir hjá ferðafólkunum.

Eitt franskt herskip er komið á leitingarleiðina, har fimm skip hjá brasilska herflotanum hava leitað teir seinastu dagarnar.

228 fólk vóru við franska flogfarinum, tá tað hvarv á veg úr Rio de Janeiro til París.