Veddifyritøkurnar er púra samdar um, hvør rýkur úr donsku X Factor kappingini í kvøld. Nú eru bert seks luttakarar eftir, og ein av teimum er Anna Nygaard. Veddifyritøkurnar, sum lata fólk gita, hvør rýkur úr X Factor í kvøld, hava lægsta odds á Daniel.
Bet365, Danske Spil og Ladbrokes hava øll Daniel sum greiðan favoritt til at tapa umfarið í kvøld. Í hølunum á honum er Tine, og síðani koma The Fireflies.
Veddifyritøkurnar hava stórt álit á, at føroyska Anna Nygaard fer víðari í kappingini í kvøld, og favorittarnir til at vinna eru framvegis Thomas og Jesper.
Bet365 metir soleiðis um, hvør rýkur úr X Factor í kvøld:
Daniel 1.40
Tine 5.50
The Fireflies 7.0
Anna 11
Jesper 25
Thomas 50