Myndugleikarnir í Lybia halda seg hava funnið stór virði, sum fyrrverandi einaræðisharrin Muammar Gaddafi hevði lagt undir seg.
Blaðið The Sunday Times skrivar, at lybisk kanningarfólk hava hildið fundir við suðurafrikanska leiðarar, tí hildið verður, at Gadaffi hevur goymt stórar peningaupphæddir, gull og diamantar í Suðurafrika, og myndugleikarnir í Lybia vilja hava fatur á hesum virðum.
Sambært kanningarfólkunum skal Gadaffi hava fjalt smáar seks milliardir krónur í Suðurafrika, og hetta er gjørt í bankum og øðrum feløgum.
Hetta er bert ein partur av stóru virðunum, sum Gadaffi skal hava fjalt uttanlands. Hildið verður, at samanlagt hevur Gadaffi havt pengar, gimsteinar og onnur virði fyri heilar 460 milliardir krónur liggjandi í útlandinum.
Muammar Gadaffi varð dripin í oktober 2011, eftir at hann hevði havt valdið í Lybia í 40 ár.