Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum ávísum slagi av innfluttum viðskera at leggja ímillum tvíflísar. Talan er um »Rema 1000 kylling naturel sandwichskiver«, sum ávarað verður ímóti og orsøkin til ávaringina er, at petti av metalli eru funnin í nøkrum pakkum.
Talan er um pakkar við 125 grammum í, og sum eru pakkaðir 20. Februar, 21.februar, 26. februar og 27. februar í ár, og síðsti nýtsludagur er 20, mars, 21. mars, 26. mars og 27. Mars. EAN-strikukotan er 5705830605238.
Vøran er seld í føroyskum handlum, men av tí, at petti av metalli eru funnin í viðskeranum, er vandi fyri at fólk fáa skaða á tenningar í munninum, ella í svølgrúminum
Tí verður heitt á fólk, sum hava keypt av hesum, um at tveita tað í skrell, ella at lata handlinum, haðani tað er keypt, tað aftur.