Hava funnið likamslutir í kavanum

Svenska myndugleikarnir eru komnir til ta niðurstøðu, at eingin slapp livandi frá vanlukkuni, tá eitt norskt Hercules-flogfar rendi inn í svenska fjallið Kebnekaise. Ta niðurstøðu eru myndugleikarnir komnir til, eftir at bjargingarmenn hava funnið likamslutir í kavanum.

-Klokkan 17.30 gjørdi bjargingartænastan av at gevast við leitingini, og tey avvarandi eru kunnað um støðuna, segði Børje Øhman, kunningarstjóri hjá svensku løgregluni, á tíðindafundi í kvøld.

-Vit hava tikið avgerðina, eftir at bjargingarmenn hava funnið nógv vrakpetti av flogfarinum og likamslutir, sigur kunningarstjórin. So statt er eingin vón um at finna tey fimm, sum vóru í flogfarinum, á lívi. Talan var um fýra menn og eina kvinnu.

Serfrøðingar siga, at tá eitt so stórt flogfar sum eitt Hercules-flogfar rennir inn í eina fjallalíð, spreingist tað, og soleiðis hevur eisini verið í hesum førinum, sigur Børje Øhman. Hann sigur, at spreingingin hevur elvt til skalvalop, og tað er har, bjargingarmenninir hava funnið leivdir av flogfarinum og manningini.